Eingin samanlegging, ov fáir á aðalfundi

Eingin samanlegging, ov fáir á aðalfundi
Arbeiðarafeløgini í Fuglafirði verða ikki løgd saman í hesum umfarinum
Arbeiðsmenn og arbeiðskvinnur í Fuglafirði vera ikki í sama fakfelag í framtíðini
 
14.07.2014 - 13:32

Arbeiðarafeløgini í Fuglafirði verða ikki løgd saman í hesum umfarinum. Men til at arbeiða saman fyri tað, heldur Óli Johannesen, formaður í Fuglafjarðar Arbeiðsmannafelag.

Hann er als ikki vísur í, at eitt stórt felag er sterkari enn tvey minni.

Undirtøka er ikki millum limirnar í Fuglafjarðar arbeiðsmannafelag at leggja arbeiðarafeløgini í býnum saman.

Arbeiðsmannafelagið hevði aðalfund leygardagin. 

Samanlegging krevur lógarbroyting. Og skal lógin hjá arbeiðsmannafelagnum broytast, skulu minst 30 limir vera á fundinum. Og tveir triðingar av teimum skulu atkvøða fyri lógarbroytingunum.

Og tað hendi ikki á aðalfundinum leygardagin.

Hálvan februar varð samtykt á aðalfundi hjá arbeiðskvinnufelagnum í Fuglafirði at taka undir við samanlegging.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558