Arbeiðsloysið í Grønlandi veksur

Arbeiðsloysið í Grønlandi veksur
Serliga veksur talið í Nuuk, Sisimiut, Uummannaq, Paamiut og Qaanaaq
 
15.07.2014 - 09:30

Hagtølini fyri junimánað vísa, at 3.473 fólk í Grønlandi eru arbeiðsleys, og tað eru 242 fleiri, enn somu tíð í fjør. Av hesum búgva 517 úti á smáplássum.

Grønlendska Sermitsiaq.gl skrivar, at talið av arbeiðsleysum er vaksið munandi í Uummannaq, Paamiut, Nuuk, Sisimiut og Qaanaaq, meðan arbeiðsloysið í býnum Maniitsoq, Upernavik og Tasiilaq er minkað nakað seinasta árið.

Talið av arbeiðsleysum er ein uppteljing av teimum, sum hava vent sær til kommununa við trupulleikum, sum fylgjur av arbeiðsloysi.

Í ein mánað verða persónar taldir við, sum hava verið arbeiðsleysir, - sama um persónurin hevur verið skrásettur allan mánaðin ella bara í ein dag, skrivar Sermitsiaq.gl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303