Royna at fáa MSC stempul aftur til makrelin

Royna at fáa MSC stempul aftur til makrelin
Semjan um makrelin eigur at sannføra MSC um, at makrelur verður fiskaður burðardygt
Nú flestu strandarlondini eru samd um makrelin, eigur MSC at góðkenna, at hann verður fiskaður burðardygt, halda tey, sum eiga uppsjóvarskip í ES og Noreg
 
17.07.2014 - 09:58

Semjan millum ES, Noreg og Føroyar um makrelin hevur givið felagsskapinum hjá teimum, sum fiska makrel, vón um at fáa aftur MSC góðkenningina um, at makrelur verður fiskaður burðardygt.

MSC tók góðkenningina aftur í apríl í 2012, tí ES og Noreg og Føroyar og Ísland vóru ikki samd um makrelin. MSC helt, at ov nógvur makrelur varð fiskaður, og tí var fiskiskapurin í Norðuratlantshavi ikki burðardyggur. Og tí vildi MSC ikki geva honum sítt stempul.

Men nú øll strandarlondini uttan Ísland hava gjørt semju um makrelin, er felagsskapurin hjá uppsjóvarskipum í Skotlandi, Danmark, Írlandi, Noreg, Niðurlondum og Svøríki farin at fyrireika eina umsókn til MSC, Marine Stewardship Council, um at fáa góðkenningina til makrelin aftur. Felagsskapurin umboðar fleiri enn 700 skip.

Tað skrivar heimasíðan Fishupdate.com.

Felagsskapurin, sum eitur MINSA, tað er ein stytting fyri Mackerel Industry Northern Sustainability Alliance, heldur, at nú ber til at fáa makrelgóðkenningina aftur, tí semja er gjørd millum ES, Noreg og Føroyar.

Hjá teimum, sum selja fisk, er MSC góðkenning ein fyrimunur, tí keyparar vilja lata meira fyri fisk, sum sambært MSC er fiskaður burðardygt.       
     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558