Sonja drotning verður gestur hjá Jóannes bónda

Sonja drotning verður gestur hjá Jóannes bónda
Jóannes Patursson er í gestur í Vangamyndini í kvøld, har vit m.a. tosa við hann um vitjanina hjá Sonju drotning í Kirkjubø í morgin
Jóannes Patursson skal taka ímóti Sonju drotning
Mynd: Savnsmynd  
 
18.07.2014 - 15:25

Hjúnini á Kirkjubøgarði taka ímóti nógvum gestum, bæði høgum og lágum, og í morgin verður tað Sonja, Noregs drotning og fylgi hennara, ið koma at vitja.

Fyri nøkrum árum síðani var fúrstin í Monaco til borðs í Stokkastovuni, og tað sama hava onnur kongalig, forsætisráðharrar, útlendskir tinglimir og aðrir gestir hjá løgtingi og landsstýri.

 

Í sporum Sverra kongs

Og tað sigur seg sjálvt, at tá Noregs drotning kemur til Føroya, skal hon síggja Kirkjubø, har Sverri kongur vaks upp og lærdi til prest, áðrenn hann fór til Noregs at krevja norsku krúnuna.

Men Stokkastovan og umhvørvið í Kirkjubø er ikki bert karmur um vitjanir, sum landsstýrið leggur til rættis. Har verður borðreitt fyri nógvum øðrum vitjandi og ferðaløgum, bæði føroyingum og útlendingum, ið vilja uppliva søguliga umhvørvið, sum Kirkjubøur hevur at bjóða.

Nógv fleiri ferðafólk koma tó til Kirkjubøar enn tey, sum taka av blíðskapinum á Kirkjubøgarði, og spurningurin er, um garðurin kundi fingið meira burtur úr ferðavinnuni.

Tað er ein av spurningunum, Bogi Godtfred fer at seta Jóannes Patursson, bónda, í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979