Fekk fólk hóast manningarfeløgini boykottaðu

Fekk fólk hóast manningarfeløgini boykottaðu
Asbjørn Senior farin út at vera flutningsskip hjá tveimum trolarum
Asbjørn Senior er nú merktur TG 773 og skrásettur í Vági
 
24.07.2014 - 13:20

Hóast manningarfeløgini mæltu limum sínum frá at fara um borð á Asbjørn Senior, er skipið mannað og farið út á makrelfeltið:  

Nótaskipið Asbjørn Senior, sum fyrr í vikuni varð keypt úr Danmark til Vágs fyri 67 milliónir krónur, fór av Sundi í gjárkvøldið.

Asbjørn Senior skal vera flutningsskip hjá trolarunum Kúrbergi og Phoenix hjá Thor samtakinum.

Manningarfeløgini í Føroyum noktaðu limum sínum at mynstra við Asbjørn Senior, tí reiðaríið, sambært manningarfeløgunum, vil ikki brúka sáttmálarnar hjá feløgunum.

Men tað forðaði ikki reiðaríinum í at manna skipið, sum nú er á veg norðureftir, har makrelurin er.   

Bíðaði í Kollafirði   

Asbjørn Senior kom til Føroya 2.juni. Hann hevur ligið í Kollafirði, men fyrst í vikuni fór hann á Sund. 

Hann varð strikaður í donsku skipaskránni fríggjadagin og skrásettur í Føroyum týsdagin, tá P/f Ocean Group Faroes Ltd í Hósvík keypti skipið.

Ocean Group Faroes Ltd var eitt felag hjá Thor, sum menn í feløgunum South Pelagið og Baglhólmi í Vági hava keypt. Felagið er nú skrásett í Vági. 

Loyvið hjá Athenu

Thor felagið, sum nú er selt til Vágs, átti verksmiðjutrolaran Athenu. 

Hóast Athena ikki er til longur, er veiðiloyvið hjá Athenu til enn. Og tað kann brúkast sum grundarlag undir millum annað makrelloyvi.

Sum skilst er ætlanin at Asbjørn Senior skal hava veiðiloyvið hjá Athenu, tí tað var í veruleikanum veiðiloyvið, sum varð keypt, tá Ocean Group Faroes varð keypt.

Hækkaði og lækkaði

13.juni fekk Skrásetingin fráboðan um, at partapeningurin í Ocean Group Faroes varð hækkaður níggju milliónir krónur upp í 18 milliónir og síðani lækkaður aftur níggju milliónir til útgjaldingar til partaeigarar. 

Samstundis fóru nevnd og stjóri frá, og nýggj nevnd og nýggjur stjóri tóku við. Nú er Finnbjørn Poulsen í Lopra nevndarformaður og Aleksander N. Vilhelm í Vági er stjóri. 

Gunnbjørn Joensen í Hósvík var formaður, og Hans Andrias Joensen í Hoyvík var stjóri.     

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Fríggjadag 30. januar
Breddin: Skapar snarskipanin A- og B-samfelag?
203483
Fríggjadag 30. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Lyon
203481
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376