Gongur væl í vinnuni

Gongur væl í vinnuni
Tað gongur væl hjá teimum stóru vinnufyritøkuinum í Føroyum. Tað vísa nýggjastu roknskapirnir fyri 2013
 
28.07.2014 - 15:09

Tað gongst væl í hond hjá fleiri av teimum stóru føroysku vinnufyritøkunum. Hetta vísir einum gjøgnumgongd av teimum seinastu roknskapunum, sum eru latnir skrásetingini, og sum Vinnuvitan hevur hugt eftir.

Eitt av størstu reiðarínum í landinum er Thor í Hósvík, sum í fjør hevði á 287 milliónir krónur í umsetningi, og eftir rentur og avskrivingar gjørdist úrslitið hjá felagnum 31 milliónir krónur í yvirskoti. Eitt annað stórt reiðarí er JFK í Klaksvík, sum eisini hevði eitt gott ár í fjør, og kundu vísa á ikki minni enn 80 milliónir krónur í yvirskoti. Ein stórur partur av hesum kemur frá søluni av virkseminum í Grønlandi, sum hevur kostað felagnum nógvan pening, men alt hetta kom aftur við søluni av virkseminum. Men verður hetta tikið burturúr úrslitinum gevur raksturin 30 mió krónur í avlopi. Høvdavirkið í Leirvík hevði eisini eitt gott ár í fjør, og gav 11,6 mió krónur í avlopi, sum er 600.000 krónur frægari enn 2012.

Í kjalarvørrinum av hesum kemur, at partafelagið Krúnborg herfyri megnaði at keypa MEST samtakið frá Eik fyri góðar 20 milliónir krónur. Aðrir roknskapir vísa eisini sera góða úrslit, og tey størtu tølini eru at finna í uppsjóvarvinnuni, bæði á sjógvi og landi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558