Útlendskir fiskimenn betri sømdir

Útlendskir fiskimenn betri sømdir
Útlendingar við føroyskum fiskiskipum skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi
 
29.07.2014 - 14:48

 

Landsstýrið fer at krevja, at útlendingar við føroyskum fiskiskipum, sum fiska í føroyskum sjógvi, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Tað boðaði løgmaður frá í røðu síni.

Men um tað verður eitt krav, at føroyskir hýrusáttmálar eisini skulu vera galdandi fyri útlendingar við føroyskum fiskiskipum, segði Kaj Leo Holm Johannesen IKKI í røðuni.

Um ørsøkina til at krevja, at útlendskir fiskimenn skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi segði løgmaður, at eitt nútíðarsamfelag eigur at hava væl skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum, og vit eiga at fyribyrgja sosiala dumping.

Samgongan hevur ikki higartil viljað tikið undir við uppskoti frá andstøðuni, sum hevur viljað sett kravið í fiskivinnulóggávuna, at útlendingar, ið mynstra við føroyskum fiskiskipum, skulu lønast eftir sáttmálunum millum manningarfeløgini og reiðararnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659