- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súsanna Danielsen í Vangamyndini
Súsanna Danielsen í Vangamyndini
Løgtingsstjórin síðani 1996 gevst 1. november

Súsanna Danielsen verður í Vangamyndini í sjónvarpinum í kvøld
08.08.2014 - 14:52
Hon hevur verið stjóri í meiri enn 25 ár, men nú gevst hon.
Súsanna Danielsen hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri á Løgtingsskrivstovuni 1. november. Hon tók við starvinum sum leiðari á løgtingsfyrisitingini í 1996, og frammanundan var hon stjóri á lønardeildini, sum tá helt til í Tinganesi, í níggju ár. Men nú tímir Súsanna Danielsen ikki longur at vera á ovastu rók.
Súsanna Danielsen er gestur hjá Ivani Niclasen í Vangamyndini í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV






















