Karen Hækkerup kemur á vitjan

Karen Hækkerup kemur á vitjan
Á vitjanini skal løgmálaráðharrin hitta løgregluna og løgmann
Karen Hækkerup gjørdist løgmálaráðharri í desember í fjør
 
11.08.2014 - 15:43

Danski løgmálaráðharrin, Karen  Hækkerup, kemur nú til Føroya at vitja donsku løgregluna her.

Tað er siður, at løgmálaráðharrin eisini vitjar politidømini uttan fyri Danmark - t.e. í Grønlandi og í Føroyum, og Karen Hækkerup hevur ikki verið í Føroyum, síðani hon tók við í danska Løgmálaráðnum 12. desember í fjør.

Hitta løgregluna og løgmann

Umframt at hava fund við politileiðsluna at umrøða bygnaðarbroytingarnar, sum eru gjørdar, og onnur politifaklig mál, skal løgmálaráðharrin vitja Kriminalforsorgina, rættin og Ríkisumboðið. Løgmálaráðharrin skal eisini hava fund við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Karen Hækkerup kemur til Føroya mikudagin, og hon fer av landinum aftur fríggjamorgunin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847