Ikki longur undantaksloyvi at flyta seyð

Ikki longur undantaksloyvi at flyta seyð
Loyvið, sum annars er latið í nógv ár at flyta livandi seyð millum tvær oyggjar, verður ikki endurnýggjað næsta ár
Loyvt verður at flyta seyð millum tvær oyggjar í heyst, men so er eisini liðugt. Vinnukærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
 
02.09.2014 - 10:48

Vinnukærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um ikki at geva undantaksloyvi til at flyta livandi seyð millum tvær oyggjar eftir 1. januar 2015.

Loyvið, sum annars er latið í nógv ár, verður ikki endurnýggjað næsta ár. Undantaksloyvi er annars latið síðani 2004, men ein fyrisitingarlig villa var av fyrstan tíð orsøkin til, at loyvið varð latið.

Tá Heilsufrøðiliga Starvsstovan fyri tveimum árum síðani gjørdist varug við hetta, vildi hon ikki steðga flutninginum frá degi til dags. Men hesin seyðaflutningur kann tó ikki halda áfram óavmarkað, tí vandi er fyri, at ridluskriði verður borin millum oyggjarnar.

Harafturat vil eitt slíkt loyvi at flyta livandi seyð millum oyggjar skapa fordømi, so Heilsufrøðiliga Starvsstovan eisini noyðist at loyva øðrum at flyta seyð millum oyggjar. Og tá er stórur vandi fyri smittuspjaðing.

Avgerðin varð kærd til Vinnukærunevndina

Loyvt verður tó at flyta seyð nú í heyst. Søkt er um at flyta 30 livandi seyðir millum tvær oyggjar. Men so er liðugt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Hendan avgerðin varð kærd til Vinnukærunevndina, sum tó staðfesti avgerðina.

Tann, sum flytur seyðin millum oyggjarnar, heldur uppá, at eingin smittuvandi er, tí seyðurin kemur ikki í samband við annan seyð. Hann noyðist at flyta seyðin, tí hann hevur seyðahús í oynni, hagar seyðurin verður fluttur.

Annars noyðist seyðurin at ganga úti, og so kann hann doyggja. Vinnukærunevndin heldur eisini, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan í nóg góðari tíð gav boðini um, at loyvið verður ikki givið aftur eftir nýggjár.

Boðini komu hálvan mars. Verður seyðurin sum vant fluttur millum oyggjar í heyst, noyðist hann at vera í oynni, hagar hann verður fluttur, tí loyvi verður ikki givið at flyta hann aftur næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. januar
Morgunlestur mikudagur 28.januar 2026
203269
Týsdag 27. januar
Dávid Reynheim er á breddanum
203302
Týsdag 27. januar
EM-tíðindi 27. januar 2026
203300
Týsdag 27. januar
RagnarRokk: JJ Peters um Saudade
203294
Týsdag 27. januar
Breddin: Skotini í Minneapolis
203289
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Sunnudag 25. januar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
203325
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106