Útgongubann í Sierra Leone

Útgongubann í Sierra Leone
Deyðiliga ebola-sjúkan skal steðgast í Sierra Leone, og tí hava íbúgvarnir har fingið fýra daga útgongubann.
 
06.09.2014 - 13:00

Útgongubannið kemur í gildi tann 18. september - og inntil tá mugu fólk leggja undir seg tað, teimum tørvar, tá tey skulu verða inni í fýra dagar.

Útgongubannið verður sett í verk fyri at steðga smittuni av herviligu sjúkuni.

Tað upplýsir eitt embætisfólk frá forsetaskrivstovuni í Sierra Leone.

Tilsamans 21.000 fólk skulu tryggja, at útgongubannið verður hildið. Frammanundan verða í túsindatalið av fólkið nýtt at tryggja avbyrgd øki, sum eru harðast rakt. Hetta er við markið til Guinea .

Ebola-sjúkan, sum hevur rakt vestara partin av Afrika, er tann herviligasta nakrantíð. Omanfyri 2100 fólk eru deyð av sjúkuni - og bara í gjár doyðu 491 fólk av ebola í Sierra Leone.

Skrivari: Rólant Waag Dam

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851