Alingin á Árnafirði dálkar sigur tingkvinna

Alingin á Árnafirði dálkar sigur tingkvinna
Umhvørvisstovan mælir til at flyta alingina longri út á fjørðin og strikað aliøkið har inni
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, um alingina á Árnafirði
 
08.09.2014 - 07:29

Sambært Umhvørvisstovuni dálkar alingin á Árnafirði har inni á fjørðinum.

Umhvørvisstovan sigur í hoyringarskrivi um ætlanina at leingja aliloyvið hjá Bakkafrosti á Árnafirði, at aliøkið innari á fjørðinum áður hevur víst seg at vera dálkað av alingini. 

Umhvørvisstovan heldur tað vera skilagott at flyta alingina longri út á fjørðin, har sjógvurin oftari verður skiftur. 

Samstundis mælir Umhvørvisstovan til, at aliøkið inni á fjørðinum verður strikað, um alingin verður flutt longri út.

Spyr Johan Dahl 

Hesar upplýsingar eru í viðmerkingunum til munnligan fyrispurning hjá Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum, sum mikudagin fer at spyrja Johan Dahl, landsstýrismann, um aliloyvið á Árnafirði.

Løgtingskvinnan fer millum annað at spyrja landsstýrismannin, um atlit verða tikin til teirra, sum royna eftir hummara á Árnafirði.  
Í síðstu viku upplýsti stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Bárður Enni, fyri Útvarpinum, at í apríl í ár segði Umhvørvisstovan, at Árnafjørður var ódálkaður. Hetta var kortini ein fyribils niðurstøða. 

Loyvið endurnýggjast

Loyvið hjá Bakkafrosti at ala á Árnafirði fer úr gildi á nýggjárinum. Men alt bendir á, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at leingja loyvið 12 ár.

Eyðgunn Samuelsen spyr Johan Dahl, um Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at gera eftir tilmælinum frá Umhvørvisstovuni og flyta alingina longri út á Árnafjørð og strika aliøkið inni á fjørðinum.

Eyðgunn Samuelsen vil eisini hava at vita, um nøkur meting er gjørd um, hvussu nógvan laks, Árnafjørður tolir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. mai
Jambalaja - 020526
207822
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472