Meta av Fløtum leiðari í Heilsuhúsinum

Meta av Fløtum leiðari í Heilsuhúsinum
Hon fer at standa á odda fyri heilsu- og umsorganartænastunií Tórshavnar kommunu
 
11.09.2014 - 13:01

Meta av Fløtum er sett sum leiðari fyri Heilsuhúsið hjá Tórshavnar kommunu.

Sum leiðari í Heilsuhúsinum fer Meta av Fløtum  at hava yvirskipaðu leiðsluna og ábyrgdina um hendur fyri alla Heilsu- og umsorganartænastuna, - tað er fakliga, fíggjarliga, starvsfólkaliga og fyrisitingarliga. 

Meta av Fløtum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur leiðsluútbúgving.
 
Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari innan eldraøkið, og hevur verið leiðari á Lágargarði seinastu sjey árini. Frammanundan var hon varaleiðari fyri Suðurstreymoyarøkið í fýra ár,  og síðan økisleiðari í eitt ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213