PR um grindadráp ikki fleiri pengar frá løgmanni

PR um grindadráp ikki fleiri pengar frá løgmanni
Herferðin hjá Sea Shepherd ongan skaða gjørt í summar. Men eftirmett verður kortini, sigur løgmaður í aftursvari til atfinningar um vantandi kunning
Sea Shepherd hevur lítlan og ongan skaða gjørt í Føroyum í summar, heldur løgmaður.
 
11.09.2014 - 07:36

Landsstýrið fer ikki at brúka fleiri pengar til at kunna umheimin um grindadráp.

Herferðin hjá Sea Shepherd móti Føroyum í summar kann tykjast ógvuslig, men hon stendur als ikki mát við ágangin, vit áður hava upplivað.

Útflutningsvinnan er ikki varug við nakrar forðingar.

 Ferðafólkatalið hevur ongantíð verið størri.

Og útlendsku ferðamannaskipini hava ongantíð verið fleiri enn nú í summar.

Sostatt er ávirkanin hjá Sea Shepherd í løtuni rættiliga avmarkað.

Løgmaður og umsiting hansara svara nú øllum atfinningunum um, at almennu Føroyar einki gera fyri at svara aftur áganginum hjá Sea Shepherd.

Landsstýrið er skuldsett fyri bara at lata standa til.

Á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni stendur, at djóraverndarfelagsskapir hava borið ósannindi um føroyingar í skjótt 30 ár.

Heldur enn glaðbeint at skifta kós, tí onkur fyrrverandi amerikanskur sjónleikari sigur sína hugsan í onkrum fjølmiðli, er neyðugt at hyggja at heildini og gongdini í málinum í fleiri ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Einstakar hendingar ella vitjanir broyta ikki yvirskipaðu kósina hjá landsstýrinum í grindamálinum.

- Vit eiga framvegis at vera rólig, sigur løgmaður.  Vit svara stútt og støðugt fyrispurningum við fakta um grindadráp, sigur hann.

Hetta verður millum annað gjørt við teldupostum, beinleiðis samskifti við útlendskar miðlar, og við at vísa til heimasíðuna whaling.fo.

Og løgmaður leggur afturat, at í fyrstu atløgu verða ikki fleiri pengar settir av til at kunna um grindadráp. Men neyðugt verður tó at eftirmeta seinastu tríggjar mánaðirnar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852