Ebola spreiðir seg

Ebola spreiðir seg
Talið av ebola-smittaðum í Vesturafrika er nú komið upp á 5.000, og helst eru nógv fleiri smittað.
 
14.09.2014 - 10:26

Tað sigur aðalskrivarin í heimsheilsustovninum, WHO, Margaret Chan.

Nú breiðir smittan seg so skjótt, at londini, sum eru harðast rakt, hava ikki longur tamarhald á støðuni, og tí er tørvur á skjótari hjálp.
- Neyðugt er at senda læknar, sjúkrasystrar og heilivag til londini í Vesturafrika sigur hon.

Tørvur er á 500 serútbúnum starvsfólkum og 1.000 læknum og sjúkrarøktarfrøðingum.

Kuba sigur seg fara at senda 62 læknar og hundrað-og-tríggjar sjúkrarøktarfrøðingar til Vesturafrika í eini roynd at at steðga ebola-sjúkuni, sigur kubanski heilsumálaráðharrin, Roberto Morales Ojeda.

Tveir nýggir heilivágir ímóti ebola verða royndir í løtuni, og eru úrslitini góð, kunnu læknar og sjúkrasystrar viðgerast við heilivágnum, upplýsir heimsheilsustovnurin.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793