Gjørt ónáðir hjá Sea Shepherd

Gjørt ónáðir hjá Sea Shepherd
Ungdómar í Suðuroynni hava um vikuskiftið tikið nummarspjøldur av bilunum hjá Sea Shepherd.
 
14.09.2014 - 16:02

Løgreglan hevur úr at gera við at loysa ósemjur millum føroyingar og Sea Shepherd.

Um vikuskiftið hava ungdómar í Suðuroynni tikið nummarspjøldur av bilunum hjá Sea Shepherd, og tveitt hesar á sjógv. Málið bleiv meldað til løgregluna, og hevur løgreglan tosað við ungdómarnar, sum hava víst løgregluni, hvar nummarspjøldrini blivu tveitt á sjógv.

Løgreglan hevur fleiri mál, sum snúgva seg um ósemjur millum  føroyingar og Sea Shepherd.

- Talan er fyri tað mesta um smá-kriminalitet, sigur Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, við Kringvarpið. Okkurt meir álvarsamt mál er tó, har talan er um hóttanir, sigur Peter Thaysen. 

Nógv tey flestu málini, sum verða meldað til løgregluni, koma frá Sea Shepherd, sum meldar føroyingar fyri at gera ónáðir móti sær. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576