Val í Svøríki í dag

Val í Svøríki í dag
Sambært veljarakanningunum fer Javnaðarflokkurin at vinna svenska valið
Stefan Löfven, formaður í Javnaðarflokkinum, er favorittur at gerast næsti forsætisráðarrin í Svøríki.
 
14.09.2014 - 10:15

Formaðurin fyri Javnaðarflokkin, Stefan Löfven, verður mettur at vera favorittur at gerast nýggjur forsætisráðharri eftir valið.

Seinastu 8 árini hevur Svøríki havt borgarliga stjórn við Freidrik Reinfeldt úr Moderaterna sum forsætisráðharra. Men sambært veljarakanning, sum Novus hevur gjørt fyri TV4, fær borgarligi blokkurinn 40,5 prosent, meðan vinstrasinnaði blokkurin fær 45,8 prosent.

Stóri vinnarin á valinum sær tó út til at vera høgrasinnaði flokkurin Svøríkidemokratarnir, sum sambært veljarakanningunum, fær umleið 10 prosent av atkvøðunum. Hetta er næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum til undanfarna val.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923