Havstein Klein prestur í Sandoyar prestagjaldi

Havstein Klein prestur í Sandoyar prestagjaldi
Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoy og Skúvoy
Havstein Klein tekur við eftir Jákup Reinert Hansen
Mynd: kristin.fo  
 
15.09.2014 - 11:53

Á felags kirkjuráðsfundi heima á Sandi leygardagin  innstillaðu kirkjuráðini Havstein Klein sum komandi sóknarprest.

Landsstýrismaðurin í kirkjumálum, Bjørn Kalsø, útnevnir og setir sóknarprestin í embætið.

Havstein avloysir Jákup Reinert Hansen sum sóknarprestur hjá kirkjusóknum í Sandoynni og Skúvoynni.  Talan er um 6 kirkjusóknir, og einki annað prestagjald við einum sóknarpresti hevur so nógvar kirkjusóknir, skrivar folkakirkjan.fo.

Innsettur í desember

Í løtuni er Havstein prestur í Fuglafjarðar prestagjaldi, nú Anne Mette Greve Klemensen er í barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er, at Havstein Klein verður innsettur við gudstænastu í Sands kirkju 2. sunnudag í advent, t.e. 7. desember 2014.

Í tiðarskeiðnum frá 15. september til 30. november verður Henning Bøgesvang prestur í Sandoyar prestagjaldi. Henning hevur tvær ferðir áður verið prestur har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. apríl
Nýtt ljóð 30. apríl 2026
207789
Hósdag 30. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
207772
Hósdag 30. apríl
Eitt korter við jazzi
207778
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687