Niðurstøða í kærumáli nærkast

Niðurstøða í kærumáli nærkast
Landsstýrismálanevndin miðar eftir at hava eitt upskot til niðurstøðu liðugt í dag í kærumálinum um Johan Dahl, landsstýrismann
Klokkan eitt í dag fer Landsstýrismálanevndin at leggja seinastu hond á niðurstøðuna í kærumálinum um Johan Dahl, landsstýrismann, í málinum um fíggjarligu støðuna á Strandferðsluna

22.09.2014 - 13:02

Nevndin fer nú klokkan eitt at leggja seinastu hond á niðurstøðuna, sum umsitingin í løgtinginum síðani skal kanna, áðrenn hon verður latin landsstýrismanninum.

Málið byrjaði í mai, tá allir fýra andstøðuflokkarnir kærdu Johan Dahl til landsstýrismálanevndina, eftir at løgtingsgrannskoðararnir hvassliga høvdu átalað fíggjarligu handfaringina hjá landsstýrismanninum av Strandfaraskipum Landsins.

SÍ EISINI Noyðist at biða um meira pengar

Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini, sigur, at talan hevur verið um eitt stórt og drúgt arbeiði, sum eisini hevur slóð langt aftur í tíðina. Men nevndin miðar eftir at fáa eitt uppskot til eina niðurstøðu frá hondini eftir fundin í dag.

Tá løgtingsumsitingin hevur gjøgnumgingið niðurstøðuna, verður hon latin landsstýrismanninum. Í Føroyum verður ein slík niðurstøða hjá landsstýrismálanevndini ikki tingmál, uttan so at misálit verður reist móti landsstýrismanninum.

SÍ EISINI - Mín avgerð at koyra fíggjarleiðaran

Í landsstýrismálanevndini sita Sirið Stenberg úr Tjóðveldi, Joen Magnus Rasmussen úr Fólkaflokkinum og Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949