35 ára gamal víðgongdur norðamaður eftirlýstur

35 ára gamal víðgongdur norðamaður eftirlýstur
Ein nevnd í trygdarráðnum hjá ST hevur sett tiltøk í verk ímóti fleiri víðgongdum fólkum kring heimin, og teirra millum er 35 ára gamli norðmaðurin
 
25.09.2014 - 08:26

Hann hevur fingið venjing í yvirgangi hjá al Keida í Jemen. USA setti norðmannin á sín lista fyri yvirgangsfólk í summar, og nú hevur ST gjørt tað sama.

35 ára gamli norðmaðurin er úr Nesodden í Noregi, og hann er eftirlýstur kring heimin. Tilsamans eru 13 yvirgangsfólk á listanum hjá ST, og hini eru úr Fraklandi, Saudiarabia, Senegal og Kuveit.

Norska loyniløgreglan hevur havt eyguni við manninum síðani í juli, tá tað frættist, at hann var farin til Jemen at venja saman við øðrum limum í al Keida.

Kann fremja yvirgangsatsóknir

Amerikanska uttanríkisráðið upplýsir, at norðmaðurin tók við islamskari trúgv í 2008, og at hann síðani ferðaðist fleri ferðir ímillum Noreg og Jemen. Seinastu ferð hann fór úr Noregi til Jemen var í 2011.

Bæði amerikonsku og fronsku myndugleikarnir vilja vera við, at norðmaðurin kann ferðast til fleiri lond, og tí er stórur vandi fyri, at hann kann fremja yvirgangsatsóknir.

Norska løgreglan hevur givið Interpol boð um at taka mannin, og londini, sum eru við í Schengen-samstarvinum, hava fingið somu boð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963