Her er A-landsliðshópurin

Her er A-landsliðshópurin
Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen eru í landsliðshópinum til komandi landsdystirnar
 
01.10.2014 - 20:45

Tveir Víkingar afturat eru komnir í A-landsliðshópin, sum Lars Olsen í kvøld kunngjørdi. Atli Gregersen er við aftur, og Sølvi Vatnhamar hevur nú møguleika at fáa sín fyrsta landsdyst.

Teir báðir avloysa Klæmint Olsen, NSÍ, og Odmar Færø, B36.

Víkingur og HB eru best umboðað á landsliðnum, tey hava fýra leikarar hvør. Oddaliðið í Effodeildini, B36, hevur bert ein leikara við, tað er Róaldur Jakobsen.

 

Hópurin:

Gunnar Nielsen, Motherwell

Tórður Thomsen, B36

Teitur M. Gestsson, HB

Viljormur Davidsen, Vejle

Jónas T. Næs, EB/Streymur

Atli Gregersen, Víkingur

Sonni R. Nattestad, AC Horsens

Rógvi Baldvinsson, Ålgård

Ari M. Jónsson, Silkeborg

Bárður Hansen, Víkingur

Heini Vatnsdal, HB

Gilli Sørensen, Aab

Fróði Benjaminsen, HB

Pól J. Justinussen, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger

Christian L. Holst, Fremad Amager

Brandur H. Olsen, FC Keypmannhavn

Hallur Hansson, Víkingur

Páll A. Klettskarð, KÍ

Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur

Jóan Símun Edmundsson, HB



Tá landsliðshópurin varð avdúkaður í gjár stóð Johan T. Davidsen, HB á listanum.

Men Lars Olsen landsliðsvenjari gjørdi greitt at ein møgulig broyting kom, tí at Johan T. Davidsen møguliga hevði eina brotna hond.



Løtu seinni, tá tíðindafundurin var av kom FSF við eini fráboðan um at Johan T. Davidsen ikki var ikki hóast alt. Í hansara stað kom liðfelagin Heini Vatnsdal somuleiðis úr HB. 

 

Leygardagin 11.oktober spæla Norðurírland og Føroyar í Belfast. Týsdagin 14.oktober spæla Føroyar og Ungarn á Tórsvølli

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203