Sama skattaprosentið í høvuðsstaðnum næsta ár

Sama skattaprosentið í høvuðsstaðnum næsta ár
Tórshavnar býráð væntar góðar 110 milliónir í rakstaravlopi í 2015 sambært uppskoti um fíggjarætlan
Tórshavnar býráð hevur gjørt uppskot um fíggjarætlan fyri 2015, góðar 110 milliónir eru at brúka til íløgur.
 
01.10.2014 - 07:43

Skattaprosentið í Tórshavnar kommunu verður tað sama næsta ár sum í ár, 20,25 prosent.

Sambært uppskotinum um fíggjarætlan verður barnafrádrátturin 8.000 kr. næsta ár.

Tað fer at kosta slakar 514 mió. kr. at reka Tórshavnar kommunu í 2015, 12 milliónir meira enn í ár.

Inntøkurnar hjá kommununi eru varisliga mettar at hækka 12,6 mió. kr. upp í 624,3 mió. kr. 

Sambært uppskotinum um fíggjarætlan fer Tórshavnar kommuna at hava 110,6 mió. kr. í rakstraravlopi næsta ár. 

Avdráttir verða umfíggjaðir, so tær 110,6 mió. kr. kunnu brúkast til íløgur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666