Svøríki viðurkennir palestinska statin

Svøríki viðurkennir palestinska statin
Tað vekir altjóða ans, at Svøríki viðurkennir palestinska statin
 
04.10.2014 - 13:58

Svøríki verður tað fyrsta landið í ES, sum viðurkennir palestinska statin. Hetta boðar nýggi svenski forsætisráðharrin, Stefan Lofven, frá. Svenska avgerðin vekir ans í altjóða høpi.

Amerikanska uttanríkisráðið heldur, at Svøriki skundar sær ov nógv. ”Vit stuðla, at tað kemur ein palestinskur statur. Men palestinski staturin kemur einans við samráðingum um eina samtykt, sum báðir partar í stríðnum viðurkenna”, sigur Jen Psaki, talskvinna fyri amerikanska utanríkisráðið.

Uttanríkisráðarrin hjá palestinum, Riyad al-Maliki, takkar nýggju svensku stjórnini fyri at stuðla rættindunum hjá palestinum, og heitir á onnur ES-lond um at gera tað sama.

- Tað er ein djøv avgerð, sum sviar hava tikið, sigur samráðingarleiðarin hjá palestina, Saeb Erekat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541