Todi Jónsson í starv hjá Børsen

Todi Jónsson í starv hjá Børsen
Navnframi Todi Jónsson fingið nýtt starv sum sponsorstjóri hjá danska dagblaðnum, Børsen, skrivar Vinnuvitan
Todi Jónsson, fyrrverandi fótbóltsspælari, fer nú í starv sum sponsorstjóri hjá danska blaðnum, Børsen
 
06.10.2014 - 11:08

Seinastu tvey árini hevur Todi Jónsson verið sponsorstjóri hjá nýggja sjósavninum Den Blå Planet á Amager í Keypmannahavn.

- Hetta hava verið tvey sera hendingarrík ár hjá Den Blå Planet. Nú gleði eg meg at sleppa at royna kreftir í nýggja starvinum hjá Børsen, sigur Todi Jónsson við portal.fo.

Dagblaðið Børsen kom fyrstu ferð út í 1896, og verður í dag prentað í sløkum 60.000 eintøkum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558