Ætlan til hoyringar: høvuðsstaðurin um 15 ár

Ætlan til hoyringar: høvuðsstaðurin um 15 ár
Tórshavnar býráð gjørt ætlan um, hvussu kommunan verður í 2030
29.oktober verður borgarafundur um kommunuætlanina í skúlanum við Løgmannabreyt.
 
07.10.2014 - 07:39

Kommunuætlanin hjá býráðnum í Havn um næstu 15 árini skal ikki bara vera grundarlag fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, men í øllum landinum.

Uppskot um kommunuætlan fram til 2030 varð í gjár sent til hoyringar hjá almenninginum. 

Kommunuætlanin er politiska skjalið hjá kommununi um menningina til 2030.

Hon er gjørd saman við donsku fyritøkuni Rambøll. 

Ætlanin verður til hoyringar í seks vikur, áðrenn býráðið viðger hana endaliga.

Til ber at síggja ætlanina á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, Torshavn.fo. Har sæst eisini, hvar pappírsútgávan av ætlanini liggur frammi.

Borgarafundur um kommunuætlanina verður í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík mikukvøldið 29.oktober. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
RagnarRokk 22.januar 2026
201523
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Mads Erlend Ystmark um LÜT
201518
Hósdag 22. januar
RagnarRokk: Rod Usher um Alienated
201517
Hósdag 22. januar
Kvørnin: Trý nýggj stakløg
203086
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839