Færri viðmerkingar um trygdina á skipum

Færri viðmerkingar um trygdina á skipum
Ikki so nógv frávik og brek í ár sum í fjør, sigur Sjóvinnustýrið. Brunatrygdin ringast fyri.
Sjóvinnustýrið hevur vónir um, at tað fer at eydnast at fáa Føroyar longur upp á hvíta listanum hjá Paris MoU í ár.
 
08.10.2014 - 08:13

Fleiri kanningar vórðu gjørdar á føroyskum skipum í fremmandari havn í triðja ársfjórðingi í ár enn í fjør, 70 í ár og 63 í fjør.

Men viðmerkingarnar um trygdina eru færri í ár. Tær vóru 143 í fjør og eru 102 í ár. 

Einki skip er afturhildið í ár, tí trygdin var ikki í lagi. Í fjør vórðu tvey skip undir føroyskum flaggi afturhildin í útlendskari havn, upplýsir Sjóvinnustýrið.  

Av tí at so nógvar viðmerkingar um frávik ella brek vóru í fjør, setti Sjóvinnustýrið sær fyri at fáa tølini niður. Og tað tykist at fara at eydnast, tá árið 2014 er liðugt, sambært tíðindaskrivi hjá Sjóvinnustýrinum.

Serliga brunatrygdin

Føroysk skip fáa nógv flestar viðmerkingar um brunatrygdina, tær vóru 18 í triðja ársfjorðingi.

12 viðmerkingar vóru um trygdarútgerð og 12 um trygdina í sambandi við navigering, so sum fullfíggjaðar siglingarætlanir og dagførd sjókort.

Paris MoU, felagsskapurin, sum ger ófráboðað eftirlit á skipum, tá tey koma í havn hjá limalondunum, kannar í løtuni skeivar skrásetingar av arbeiðstíðum og hvílitíðum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040