Gunnar Nielsen ávarar norðurírar

Gunnar Nielsen ávarar norðurírar
Gunnar Nielsen er sannførdur um, at Føroyar kunnu fáa stig í dystinum móti Norðurírlandi
Mynd: Belfast Telegraph  
 
08.10.2014 - 12:00

- Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, heldur, at Føroyar fáa stig á Winsdor Park í Belfast leygarkvøldið.

Í stóra blaðnum, Belfast Telegraph, sigur hann, at Norðurírland ofta fyrr hevur mist stig móti minni fótbóltstjóðum.

Í undankappingini til HM í Brasil fekk Norðurírland bara javnleik á heimavølli móti Aserbadjan og Luksemburg. Norðurírland tapti útidystirnar.

Gunnar Nielsen vísir eisini á, at Føroyar tvær ferðir hava fingið javnleik móti Norðurírlandi. 1-1 í Belfast í 1991 og 1-1 á Toftum í 2010.

Norðurírland góða byrjan

Norðurírsku fótbóltsfjeppararnir eru bjartskygdir undan dystinum móti Føroyum. Hendan undankappingin byrjaði sera væl hjá teimum, tí teir vunnu 2-1 á Ungarn í Budapest í fyrsta dystinum.

Gunnar Nielsen viðurkennir, at tað bendir á, at norðurírska liðið hevur dygdir.

Hann heldur, at føroyska liðið skal serliga ansa eftir Kyle Lafferty (Norwich) og Nial McGinn (Aberdeen).

Gunnar Nielsen viðurkennir, at nakað serligt skal til, um Føroyar skulu vinna á Norðurírlandi, men allir leikararnir hava júst tað endamálið við hesum dystinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358