Hesir ellivu byrja inni

Hesir ellivu byrja inni
Lars Olsen hevur sett liðið til dystin í kvøld móti Norður Írlandi. Hann hevur gjørt tríggjar broytingar frá seinasta dysti

11.10.2014 - 15:21

Teir fyrstu ellivu

Málverji: Gunnar Nielsen

Verjan: Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen og Viljormur Davidsen

Miðvøllurin: Pól Jóhannus Justinussen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundson og Christian Lamhauge Holst

Álopið: Páll Klettskarð

Tríggjar broytingar

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava gjørt tríggjar broytingar. Broytingarnar frá seinasta dysti, sum var móti Finnlandi eru at Jóan Símun Edmundson, Atli Gregersen og Pól Jóhannus Justinussen eru millum teir fyrstu ellivu.

Jóan Símun Edmundson byrjaði uttanfyri vøllin móti Finnlandi, men bleiv innskiftur í hálvleikinum. Pól Jóhannus kom ikki inn í dystinum, og Atli Gregersen var ikki úttikin til hópin móti Finnum.

Dysturin byrjar í kvøld klokkan 19:45 og Kringvarpið vísir dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086