Taptu eftir 20 minuttum

Taptu eftir 20 minuttum
Føroyar taptu 2-0 fyri Norður Írlandi, og soleiðis var støðan longu eftir 20 minuttir. Vit fingu gylta skotið frá 16 metrum, men tóku ikki av
Mynd: newsletter.co.uk  
 
11.10.2014 - 21:39

Ein marru byrjan

Dysturin var ikki meira enn byrjaður tá Gunnar Nielsen fyrstu ferð sá bóltin liggja aftanfyri seg í málinum. Málið kom eftir eitt hornaspark har Gareth McAuley stóð ódekkaður og setti fótin á bóltin til 1-0.

Fleiri hugsaðu ivaleyst at hetta fór at blíva eitt skrædl av teimum allar ringastu. Norður Íraland spældi við høgari ferð og spældu bóltin skjótt millum sín. Teir royndu at spæla breitt, og hetta skapti nógv hol í verjuni hjá Føroyum.

Gunnar varð ofta boðsendur, og varð noyddur at leypa í fulla longd og bjarga bóltinum. Eftir 20 minuttir var aftur mál til Norður Írland. Ein bóltur varð innskrúvaður úr vinstru síðu har Kyle Lafferty rann í dýbdina og økti um leiðsluna til 2-0.

Dysturin er 20 minuttir gamal og dreymurin um at fáa eitt stig heim við aftur er longu brostin.

Fingu gylta møguleikan at koma aftur í dystin

Føroyski liðskiparin Fróði Benjaminsen fekk gylta møguleikan at loyva Føroyum inn aftur í dystin. Tí eftir 36 minuttir bleiv Jóan Símun Edmundson hálaður niður í brotssteigarfeltinum, og dómarin dømdi brotsspark til Føroyar. 

Men tíverri fyri okkum, so bleiv hetta ikki umsett til eitt mál. Fróði skeyt í vinstru síðu hjá málverjanum, sum valdi at fara veg og bjargaði royndini hjá Fróða.

Ein slakur seinni hálvleikur

Tað tað ikki eitt líka skjótt og hart spælandi Norður Írskt lið, sum kom á vøllin til seinna hálvleik. Leikferðin var sett mundandi niður, og samstundis hevði Føroyska liðið rætta uppá ymsar veikleikar frá fyrra hálvleiki.

Tó so var tað aftur Norður Írland, sum sat á dystinum. Føroyar fingu nøkur hornaspørk, sum einki spurdist burturúr.

Føroyar skulu reisa seg

Hetta var so fyrsti útdysturin í hesi EM undankappingini. inntil víðari hava vit 0 stig á stigatalvuni, skorað 1 mál og latið 5 ígjøgnum í tveimum dystum.

Lars Olsen segði áðrenn dystin at hetta bleiv einn mannfólkauppgáva, og at teir fóru eftir stigunum.

Spurningurin er so hvat venjaratoymið ætlar sær til næstu uppgávuna, sum er á Tórsvølli týskvøldið kl 19.45 móti Ungarn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138