100.000 tons minni av toski í Barentshavinum

100.000 tons minni av toski í Barentshavinum
Noreg og Russland vorðin samd um kvoturnar í 2015. Føroyar fáa eisini lutfalsliga minni
Flakatrolarin Gadus úr Klaksvík hevur fiskað væl í Barentshavinum, síðani hann kom í føroyska flotan.
 
14.10.2014 - 08:26

Toskakvotan í Barentshavinum minkar knappliga 100.000 tons næsta ár. 

Tað eru Noreg og Russland vorðin samd um. 

Kvotan verður 894.000 tons í 2015. Tað er kvotan, sum fiskifrøðingar mæltu til.

Kvotan verður býtt eftir sama lykli sum í ár, eisini tann parturin, sum triðjalond, so sum Føroyar, fáa.

Semja hóast boykott

Hóast Noreg og Russland boykotta hvørt annað, bar væl til at fáa semju um fiskasløgini, sum bæði londini fiska í Barentshavinum, eisini um hýsu og lodnu.

Fríggadagin, sama dagin, sum samráðingarnar um fiskin í Barentshavinum endaðu við semju, avgjørdi norska stjórnin at herða tiltøkini móti Russlandi, so norsku tiltøkini eru tey somu, sum ES setti í verk 12. september.

ES og Noreg mótmæla framferðini hjá Russlandi í Ukreina.

 
    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558