Reiðarar kunnu goyma makrelkvotu

Reiðarar kunnu goyma makrelkvotu
Fiskimálaráðið hjá ES hevur avgjørt at loyva reiðarum at goyma ein fjórðing av makrelkvotuni í ár til næsta ár
Mynd: Savnsmynd  
 
15.10.2014 - 12:49

ES hevur avgjørt at hjálpa fiskivinnuni í limalondunum, nú Russland ikki keypir matvørur úr ES.
Fiskimálaráðið hjá ES hevur avgjørt at loyva reiðarum at goyma ein fjórðing av makrelkvotuni í ár til næsta ár.


Serliga í Skotlandi fegnast tey um hesa avgerð. Higartil hava reiðarar í ES kunnað goymt tíggju prosent av makrelkvotuni til árið eftir.
Reiðarar í Skotland siga, at samstundis sum teir ongantíð áður hava havt so stóra makrelkvotu sum í ár minkar útflutningurin 20 prosent, tí útflutningurin til Russlands er hildin uppat.
Nú sleppa skotar at goyma 25 prosent, 72.500 tons, av makrelkvotuni, sum er 290.000 tons í ár, til næsta ár, tá russiska innflutningsbannið væntandi fer úr gildi aftur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006