Freistir skulu haldast summarfrí eingin umbering

Freistir skulu haldast summarfrí eingin umbering
Runavikar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri ikki at halda lógarásettu tíðarfreistina
Runavíkar fekk átalu hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri at ikki halda tíðarfreistina í innlitslógini.
 
20.10.2014 - 12:28

Summarfrítíð kann ikki brúkast sum umbering fyri, at ein almenn umsiting ikki avgreiðir mál sambært tíðarfreistunum í lógunum. 

Myndugleikin eigur at síggja til, at málini verða avgreidd, hóast starvsfólk hava frí.

Runavíkar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.  

Hevði summarfrí

Tað kann ikki brúkast sum umbering, at eitt ávíst starvsfólk hevur summarfrí, tá ein umsiting ikki avgreiðir eitt mál.

Runavíkar kommuna hevur fingið átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

Orsøkin er, at kommunan ikki avgreiddi eina umbøn um innlit innan fyri ásettu freistina.

Innlit í byggimál 

Runavíkar kommuna varð biðin um innlit í eitt byggimál. Tá einki svar var komið góðar tríggjar vikur seinni, varð kært til Løgtingsins umboðsmann. 

Einasta, sum kommunan svaraði, var 14 dagar eftir at biðið varð um innlit.  

“Sagt verður frá, at vit hava móttikið umbøn tygara um innlit. 
Málsviðgerin, sum skal svara umbønini um alment innlit, kemur aftur úr summarferiu í næstu viku, og verður umbønin um innlit avgreidd tá,” sigur kommunan í teldubrævi. 

Hetta var 14.august. Men tá einki endaligt svar var komið 25.august, varð kært. 

Summarfrí 

Løgtingsins umboðsmaður sigur í sínari niðurstøðu, at tað er alt annað enn nøktandi, at ein borgari ikki kann fáa innlit í skjøl hjá Runavíkar kommunu, tí at eitt ávíst starvsfólk hevur summarfrí. 

Sambært lógini skal ein almennur myndugleiki sum skjótast gera av, um ein áheitan um innlit kann verða gingin á møti. Verður umbøn um innlit ikki gingin á møti innan tíggju dagar, skal myndugleikin boða viðkomandi frá um orsøkina til hetta, og nær ein avgerð væntandi verður til skjals. Harumframt skal ein myndugleiki, sambært góðum fyrisitingarsiði, svara einari áheitan í rímiligari tíð. 

Virka alt árið

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað áliggur leiðsluni hjá kommununum at skipa arbeiðið soleiðis, at fyrisitingin virkar á fullgóðan hátt alt árið, hóast starvsfólk hava frí.

Hóast tað kann vera torført hjá eini lítlari fyrisiting at vera fult virkin, til dømis í summarfrítíðini, verður leiðslan í kommununi noydd at tryggja, at ein umbøn um innlit verður svarað innan fyri lógarásettu freistina, ella at umbønin verður avgreidd í rímiligari tíð. 

Eg fari við hesum at heita á Runavíkar kommunu um at skipa soleiðis fyri, at ein umbøn um innlit í mál og skjøl hjá Runavíkar kommunu verður avgreidd alt árið innan fyri lógarásettu freistina, ella at umbønin verður avgreidd í rímiligari tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084