Holocaustdagurin kemur neyvan í flaggkunngerðina

Holocaustdagurin kemur neyvan í flaggkunngerðina
Landsstýrið fer at viðgera spurningin, um altjóða Holocaustdagurin 27.januar eisini skal verða minningardagur í Føroyum
Landsstýrið fer at taka støðu til, um Føroyar alment skulu minnast holocaust og onnur fólkadráp hvørt ár.
 
22.10.2014 - 08:07

27.januar verður neyvan almennur flaggdagur í Føroyum. 

27.januar er ST holocaustdagurin,  altjóða minningardagur um jødatýningina undir seinna heimsbardaga og onnur fólkadráp eftir heimsbardagan.

Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, hevur spurt løgmann og landsstýrismannin í mentamálum um 27.januar verður almennur flaggdagur í Føroyum.

Flaggkunngerðin er málsøkið hjá løgmanni. Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at bara í Týsklandi er 27.januar almennur flaggdagur. 

Løgmaður heldur, at vit eiga at gera 27.januar til minningardag, men ikki flaggdag, í Føroyum.  

Viðgerast í landsstýrinum 

Landsstýrið noyðist tó at viðgera spurningin neyvari, áðrenn støða verður tikin um almennan flaggdag 27.januar. Men í nógvum londum er holocaustdagurin minningardagur. 

Og slíkir merkisdagar er málsøkið hjá Mentamálaráðnum. 

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur í svari, at skal 27.januar veruliga festa røtur sum serligur minningardagur í Føroyum, er neyðugt at gera fyrireikingar saman við kommunum, skúlum, øðrum viðkomandi stovnum og fjølmiðlum. 

Bjørn Kalsø sigur, at hann í fyrsta umfari fer at leggja spurningin fyri landsstýrið og eftir tað taka støðu til, hvussu dagurin kann gerast meira sjónligur merkisdagur í Føroyum.

Bjarni Djurholm minnir í sínum fyrispurningi á, at løgmaður tíðliga á vári í fjør og aftur í ár boðaði frá, at almennur holocaustdagur verður settur í gildi í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584