Føroyingar venda fólkakirkjuni bakið

Føroyingar venda fólkakirkjuni bakið
Fleiri og fleiri føroyingar melda seg úr fólkakirkjuni í Føroyum. Seinastu 14 árini hevur gongdin bert verið ein veg, vísa hagtøl
Alsamt fleiri føroyingar melda seg úr fólkakirkjuni, vísa tøl hjá Hagstovuni, ið strekkja seg aftur til 2000
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd

30.10.2014 - 16:15

Alsamt longri og longri verður ímillum teir føroyingar, ið hvønn sunnu- og halgidag seta seg á beinkirnar í føroysku fólkakirkjuni, vísa tøl hjá Hagstovu Føroya.

Sí grafikkin niðanfyri

Í 2000 vóru 84,5 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Við árslok 2013 vóru 81,9 prosent av øllum føroyingum limir í fólkakirkjuni. Afturgongdin frá 2000-2014 var 2,6 prosent.

Í miðal hava 0,19 prosent av føroyingum hvørt ár seinastu 14 árini meldað seg úr fólkakirkjuni. Umroknað svarar tað til, at eftir fimm árum hava útivið eitt prosent meldað seg úr kirkjuni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Talið av føroyingum, ið hava meldað seg úr fólkakirkjuni, er mótroknað fólkatalið í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni. Tískil er skiftandi fólkatalið í Føroyum ikki ein feilkelda.

Til ber ikki at siga, um fólk hinvegin eru innlimað í aðrar samkomur, tá tey hava meldað seg úr fólkakirkjuni. Hagstovan skrásetir ikki talið av limum hjá samkomum í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221