Venjarin: Ger uppgávuna einfaldari at skula vinna

Venjarin: Ger uppgávuna einfaldari at skula vinna
Sigur er eitt krav ímóti Moldova í morgin, um Føroyar skulu spæla uppflytingardystir í vár. Tað kann gera uppgávuna einfaldari onkursvegna, men ikki lættari, sigur venjarin
15.11.2026 - 17:07

Føroyar skulu vinna á Moldova í morgin, um málið um 2. plássið og uppflytingardystir í vár skal gerast veruleiki.

Tað ger uppgávuna einfaldari onkursvegna, men tað er ikki ein fyrimunur kortini, heldur landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein.

 - Onkursvegna kann tað gera hugsanarháttum um dystin eitt sindur lættari, men tað er eingin ivi um, at hevur tú kjansin at spæla javnt, so hevur tú ein lítlan fyrimun, segði Eyðun Klakstein til venjingina hjá Føroyum seinnapartin.

 - Tað góða er tað, at vit skulu ikki hugsa um nakað annað. Eingin annar hevur ávirkan á hetta. Tað er okkara dystur. Vit og Moldova spæla um hetta plássið, og tann, sum vinnur, hann fær tað, segði venjarin.

Føroyar hava fimm stig eftir fimm javnleikir upp í slag í Nations League, meðan Moldova hevur sjey stig eftir javnleik á heimavølli ímóti Føroyum og tveir sigrar á Kasakstan.

Í mun til 2-2 javnleikin ímóti Slovakia fríggjadagin, er Jóannes Kalsø Danielsen leikbannaður og ikki tøkur. Har kann roknast við, at Jann Benjaminsen loysir av. Annars við landsliðsvenjarin ikki avdúka stórvegis, men vanliga hava venjararnir gjørt ímillum tríggjar og fimm broytingar í uppstillingini millum dystir.

 - Vit halda okkum nøkulunda til prinsippini, sum vit hava havt. Vit skifta millum dystirnar, og tað er eisini fyri at fáa nýggja orku inn á liðið. Tað er ikki tí, at nakar hevur avrikað illa, greiddi  Eyðun Klakstein frá. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364