- Tíðindi, mentan og ítróttur
Odmar: Eitt skot eftir í byrsuni
Nú skal tað vera.
Eftir fimm javnleikir upp í slag í Nations League hevur Føroyar knívin á barkanum, tá Moldova vitjar á Tórsvølli í morgin.
Fótbóltsmenninir noyðast nevniliga at vinna, um 2. plássið aftanfyri Slovakia og uppflytingardystir í vár skulu koma til høldar. Men júst tað - at hava okkurt at spæla um - tendrar landsliðsspælararnar.
- Eg síggi ekstremt nógv fram til tað, sum bíðar okkum í morgin. Eg gleði meg ræðuliga nógv, segði Odmar Færø til venjing í dag. Royndi verjuskansin dámar væl, at uppgávan er somikið greið.
- Tað hevur verið eitt sindur merkiligt í hesum bólkinum, har vit hava fimm javnleikir. Vit hava miðja ímóti og roynt og strevað eftir at fáa ein sigur í hús onkursvegna, og nú hava vit ein dyst eftir. Eitt skot eftir í byrsuni, segði Odmar Færø.
Dysturin millum Føroyar og Moldova er klokkan 15.00. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá klokkan 14.00.

























