- Tíðindi, mentan og ítróttur
Martin um útvísingina í Kasakstan: - Keðilig støða at seta liðið í
Géza Dávid Turi hevði akkurát skotið Føroyar upp á 2-0, og sigurin á Kasakstan var nærum vissur, tá Martin Agnarsson gjørdi fríspark, fekk seinna gula kortið og mátti í umklæðarrúmið fyri tíð.
Ikki nóg mikið við tí, heimaliðið skoraði tvær ferðir seinasta fjórðingin av dystinum, og Føroyar máttu taka til takkar við einum stigi í Astana.
- Eg havi verið vónbrotin av mær sjálvum, og tað var ein keðilig støða at seta liðið í, serliga tá eg føldi, at vit næstan høvdu tryggjað okkum sigurin aftaná seinna málið, segði Martin Agnarsson til venjingina tíðliga seinnapartin.
- So at eg spældi ein slíkan leiklut í, at dysturin vendi upp á handan mátan, tað eri eg sjálvandi keddur av, men tað hevur ikki fylt so nógv fyri meg síðan, segði vongbakkurin undan spennandi heimadystinum ímóti Moldova í morgin seinnapartin.
Klárir til "finalu" ímóti Moldova
Góðu avrikini yvirhøvur gera, at Martin Agnarsson ikki nýtist dvølja á hendingini, og liðfelagarnir hava verið fittir, hóast okkurt prikið er komið - tað vil so vera. Nú hugsavna allir seg dystin ímóti Moldova, sum kann geva 2. pláss í bólkinum og uppflytingardystir í vár. Um tað skal eydnast, krevst ein sigur.
- Stuttligt, at vit hava spælt okkum sjálvar í hesa støðuna, har vit kunnu skapa tað heilt stóra, so tað verður ótrúliga spennandi í morgin, segði Martin Agnarsson, sum kanska skal spæla á vinstra vongbakki fyri Viljorm Davidsen.
Dysturin er klokkan 15.00, og sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendir frá klokkan 14.00.



























