Maria Damanaki gevst

Maria Damanaki gevst
ES-fiskivinnukommisserurin, Maria Damanaki, handar nú 64 ára gamla Karmenu Vella av Malta róðrið
 
01.11.2014 - 11:02

Damanaki sigur við heimasíðuna hjá ES, at hon vónar, at fokus framvegis verður á burðardyggan fiskiskap, sum altíð hevur staðið ovast á listanum hjá henni, hesi fimm árini, hon hevur verið fiskivinnukommisserur. 

Heimasíðan endurgevur hana fyri at siga:

At skifta kós er ikki tað lættasta í lívinum, og úrslit eins og fyrimunir vísa seg eisini nústani. 

Serliga í hesum truplu tíðum, tekur tað tíð, áðrenn búskapurin flytir seg, og ofta tekur tað uppaftur longri tíð, áðrenn búskaparligum avleiðingarnar merkjast í vinnuni.

Men tað loysir seg at halda kós, til nýskipanini av felags fiskivinnupolitikkinum er komin upp á pláss og til fiskurin verður fiskaður á burðardyggan hátt, - seinast í 2020. 

Hetta fer at nøgdina av fiski við umleið 15 miljónum tonsum, og tað fer at geva fiskimonnum møguleika at fiska uppaftur meira, og samstundis verða upp í 30 prosent fleiri arbieðspláss, umframt at útlit eru fyri, at inntøkurnar í fiskivinnuni økjast til 1,8 milliardir evrur, sigur Maria Damanaki.

Betri gransking, nýhugsan og samstarv fara hava við sær nýggjar búskaparligar møguleikar í 2020, sum kann økja talið av arbeiðsplássum upp í 7 miljónir størv, og samlað virði upp á ikki minni enn 600 milliardir evrur. 

- Undirstøðið er lagt, hóast tað framvegis er nógv eftri at gera. Men við at halda kós og stevnu, røkka vit málinum um  burðardyggan fiskiskap, sigur Maria Damanaki við ES-heimasíðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328