- Tíðindi, mentan og ítróttur
Minningardagur teirra sjólátnu er í dag

Fólkakirkjan skrivar, at hesir eru sjólátnir seinasta 12 mánaðirnar:
Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013
Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013
Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014
Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014
Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014
Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014
Og eitt navn er komið aftrat á listan yvir sjólátin seinsasta árið: Tað er Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, - hann sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014
Tað var eftir seinna heimsbardaga at umrøtt varð at áseta almennan flaggdag til minnis um teir, sum vóru farnir á sjónum. 15. mars 1949 varð samtykt, at halda allahalgannadag, 1. november, sum minningardag teirra sjólátnu.




























