Ætla at brúka meira pening til marknaðarføring

Ætla at brúka meira pening til marknaðarføring
Fjórða hvør av teimum størstu privatu fyritøkunum í Føroyum ætlar at brúka fleiri pengar til marknaðarføring næsta ár, sambært kanning
23 prosent av størstu privatu fyritøkunum í landinum at brúka fleiri pengar til marknaðarføring næsta ár, sambært kanning hjá Gallup
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
04.11.2014 - 09:57

<p>Hinar ætla at brúka tað sama sum í ár. Tað vísir ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri Felagið Føroysk Marknaðarfólk. Sambært kanningini ætla 23 prosent av størstu privatu fyritøkunum í landinum at brúka fleiri pengar til marknaðarføring næsta ár.</p>

<p>66 prosent siga seg fara at brúka tað sama sum í ár. Gallup spurdi eisini, hvussu væl mannaðar marknaðardeildirnar eru hjá fyritøkunum í Føroyum. Í 43 prosentum av fyritøkunum er bara eitt starvsfólk, sum arbeiðir við marknaðarføring.</p>

<p>Hjá 34 prosentum eru tvey marknaðarfólk, og 18 prosent hava fleiri enn tvey starvsfólk til marknaðarføring. Bara seks prosent av størstu privatu fyritøkunum í Føroyum siga seg einki starvsfólk hava, sum arbeiðir við marknaðarføring.</p>

<p>Í fjórðu hvørjari fyritøku taka marknaðarstjórin ella marknaðarleiðarin avgerðirnar um marknaðarføringina. Fríggjakvøldið 14.november fer Felagið Føroysk Marknaðarfólk at kunngera, hvørjar eru ársins bestu lýsingar í ár.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040