Eliesar skal venja EB/Streym

Eliesar skal venja EB/Streym
25 ára gamli Eliesar Olsen er nýggjur venjari hjá EB/Streymi
Eliesar Olsen nýggjur venjari hjá besta liðnum hjá EB/Streymi
Mynd: EB/Streymur  
 
07.11.2014 - 08:07

Tað boðar felagið frá á heimasíðuni.

Hóast Eliesar Olsen bert er 25 ára gamal, hevur hann drúgvar royndir sum venjari. Eliesar Olsen hevur síðstu fýra árini verið venjari hjá besta liðnum hjá Skála.

Eliesar Olsen avloysir Rúna Nolsøe, sum farna kappingarár var venjari hjá EB/Streymi.

 

Leif Niclasen longt sáttmálan

EB/Streymur boðar eisini frá, at ein av profilunum í hópinum, Leif Niclasen, heldur fram í felagnum. Leif hevur skrivað undir sáttmála fyri 2015.

Felagið hevur annars higartil mist tveir góðar leikarar. Arnbjørn Hansen er farin til HB, og Hans Pauli Samuelsen skal komandi ár spæla fyri B36.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167