Faroe Petroleum tvey nýggj leitiloyvi

Faroe Petroleum tvey nýggj leitiloyvi
Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur fingið lutað tvey nýggj leitiloyvi á bretskum øki í sambandi við 28. útbjóðingarumfar
Faroe Petroleum tvey nýggj leitiloyvi
Mynd: Faroe Petroleum  
 
07.11.2014 - 09:34

Annað loyvið liggur í Norðsjónum, umleið 6 km frá Lowlander fundinum, sum Faroe er fyristøðufelag fyri. Verkætlanin fevnir um ein møguligan brunn, ið skal borast, og viðgerð av seismikki. Tann møguligi brunnurin verður boraður, um úrslitið av seismisku viðgerðini er nøktandi.

Feløgini luttaka við hvør sínum 25 prosentum, og tey eru umframt FaroePetroleum: Parkmead, sum eisini er fyristøðufelag, Verus Petroleum og CalEnergy Gas.

Hitt loyvið liggur beint vestanfyri Perth fundið. Verkætlanin fevnir um seismiska viðgerð, áðrenn støða verður tikin um at bora ein brunn ella lata loyvið innaftur.

Faroe Petroleum luttekur við 34,62 prosentum, Hini feløgini, sum luttaka í loyvinum eru DEO Petroleum, sum er dótturfelag hjá Parkmead við góðum 52 prosentum og er fyristøðufelag, og Atlantic Petroleum UK við góðum 13 prosentum.
 
Forstjórin í Faroe Petroleum, Graham Stewart, sigur í tíðindaskrivið, at felagið fegnast um, at hava tryggjað sær hesi spennandi loyvini rundan um tann týdningarmikla Perth/Dolphin/Lowlander útbyggingarmøguleikan, har Faroe frammanundan hevur stóran part.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576