Spyr um lønarútreiðslur á ALS

Spyr um lønarútreiðslur á ALS
Bill Justinussen, løgtingsmaður, undrast á, hví so nógv fólk starvast á ALS, og at lønarútreiðslurnar eru tvífaldaðar seinastu árini
 
10.11.2014 - 15:12

Bill Justinussen í Miðflokkinum vil hava at vita, hví lønarútreiðslurnar hjá Arbeiðsloysisskipanini eru meiri enn tvífaldaðar síðani 2009. 

Hann hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, ið varðar av ALS, fyrispurning um málið. 

Bill Justinussen undrast eisini á, hví so nógv starvsfólk starvast á ALS. Hann vísir á, at sambært ársfrágreiðingunum hjá ALS, er starvsfólkatalið vaksið úr 17 ársverkum upp í 29 ársverk.

Samstundis er arbeiðsloysið minkað, og er nú eitt hitt lægsta í Evropa. 

Bill Justinussen vil hava Johan Dahl at koma við útrgeinaðum yvirliti yvir arbeiðsuppgávur hjá starvsfólkum á ALS. 

Fyrispurningurin er settur eftir grein 52 í tingskipanini, og hann skal svarast skrivliga

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162