Hava góðkent valevnislistan hjá IA

Hava góðkent valevnislistan hjá IA
Listin varð latin inn ásetta tíð, men hann var ikki undirskrivaður
Sara Olsvig er forkvinna í IA. Nú er valevnislistin hjá flokkinum góðkendur
 
11.11.2014 - 10:32

Ikki sørt av dramatikki var um valevnislistarnar til grønlendska landstingsvalið, tá ivi varð sáddur, um flokkurin Inuit Ataqatigit hevur latið inn góðkendan valevnislista. Listin varð latin inn ásetta tíð, men trupulleikin var, at hann var ikki undirskrivaður.

Men nú er greitt, at valnevndin nú hevur góðkent listan, skrivar grønlendska kringvaprið, knr.gl.

IA sigur, at flokkurin fekk skeiva vegleiðing frá Sermersoq Kommunu, og at tað er orsøkin til mistakið. Flokkurin læt listan inn á middegi fríggjadagin uttan undirskrift, tí tey høvdu fingið at vita frá Semersoq Kommunu, at tað var ikki neyðugt við undirskrift. 

Kommunan, sum er tann næststørsta í Grønlandi, hevur ásannað mistakið, og heitti á valnevndina um at góðkenna valevnislistan hjá IA.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290