Trý heiðursmerki í Íslandi

Trý heiðursmerki í Íslandi
Leif Sørensen og Jóhanna Maria Isaksen vunnu heiðursmerki í Nordic Artisan Food Championship
Leif Sørensen, kokkur, vann gull í bólkinum Fiskur
 
14.11.2014 - 08:02

Føroyar vunnu í gjár tvey gull- og eitt silvurheiðursmerki í kappingini, Nordic Artisan Food Championship, sum varð hildin í Íslandi. 

Leif Sørensen, kokkur, vann gull í bólkinum Fiskur. Hann hevði gjørt eitt broyskið fiskakips úr røstum fiski og bygg.

Jóhanna Maria Isaksen vann gull í bólkinum Ber, frukt og grønmeti. Hon fekk gull fyri mjaðurtar-siropp. Jóhanna Maria Isaksen vann eisini silvur í saman bólki, og tað var fyri rabarbusaft. 

Fýra føroyingar vóru við í kappingini.

Granskingarsetrið iNova skipaði fyri ferðini til Íslands, og Janus Vang, stjóri, sigur í tíðindaskrivi, at føroysku luttakararnir hava allir samstarvað við granskingarlundina, iNova, at menna sínar vørur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375