Makrelurin og sildin eru landað í Føroyum

Makrelurin og sildin eru landað í Føroyum
Bara ein last av makreli og sild er landað uttanlands
 
21.11.2014 - 10:58

Landskassin hevur higartil í ár fingið 102,5 mió. kr. í tilfeingisgjaldi fyri makrel og norðhavssild.

Tað vísa tøl hjá Vørn, sum Útvarpið hevur fingið haðani.

Landsstýrið ætlaði at fáa 137 milliónir krónur frá teimum, sum fiska makrel og sild í ár.

Nótaskip og ídnaðarskip gjalda veiðigjald fyri makrel og sild, ávikavist eina krónu og 50 oyru fyri kilo. 

Kvotan av norðhavssild er fiskað. Men okkurt um 16.000 tons eru eftir av makrelinum.

Alt landað í Føroyum

Allur makrelurin og øll norðhavssildin, sum føroyingar hava fiskað í ár, eru landað í Føroyum. Bara eittans undantak er, Finnur Fríði landaði 812 tons av makreli og 26 tons av norðhavssild í Selje í Noregi. Fyri hendan fiskin fekk landskassin tríggjar krónur fyri kilo í tilfeingisgjaldi fyri makrelin og 2,50 kr. fyri sildina.

Landskassin krevur tvær krónur fyri kilo í avreiðíngargjaldi fyri makrel og norðhavssild, sum verða landað uttanlands.

Uppsjóvarvirkinum í Føroyum hava fingið góð 24.800 tons av norðhavssild og okkurt um 130.000 tons av makreli frá føroyskum skipum í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523