Besti veðragjólingurin er úr Skopun

Besti veðragjólingurin er úr Skopun
Bestu veðrarnir eru funnir. Sí her, hvør eigur teir.
 
22.11.2014 - 09:39

Í gjárkvøldið vóru bestu veðrarnir kunngjørdir á árligu landsseyðsýningini á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Virðislønir vóru latnar til vakrastu veðragjólingar, veturgomlu veðrarnar og eldru veðrarnar.

Úrslitini vóru hesi:

Veðragjólingar:
1. Virðisløn Jóhan Petur Kjærbo, Høvdarhagi  – Heimaripartur, Skopun
2. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli
3. Virðisløn Júst Rubeksen, Húsahagi, Tórshavn
 
Veturgamlir veðrar:
1. Virðisløn Jústines Justinussen, Hegnið, Skáli
2. Virðisløn Antines Iversen, Frammihagi, Kvívík
3. Virðisløn Tummas í Niðristovu, yngri, Heygahagi, Innarahelvt
 
Eldri veðrar:
1. Virðisløn Thorvald Lútsen, Syðradalshagi, Sunnaripartur
2. Virðisløn Tórálvur Danielsen, Hjallahagi, Glyvrar
3. Virðisløn Óli í Hjøllum, Porkeri

 

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar úti um landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni. Teir ferðast um landið og sýna hesar seyðir. Somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum, og aftaná savnast teir á Búnaðarstovuni at avgera, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

Videoupptøkur av seyðinum síggjast her: Landsseyðasýningin 2014

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Leygardag 7. februar
Vikan 7. februar 2026
203867
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846