Nólsoyarferjan boðin út í januar

Nólsoyarferjan boðin út í januar
Arbeiðið at byggja nýtt skip til Nólsoyarleiðina verður boðið út í januar, sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandfaraskipum landsins.
 
22.11.2014 - 10:34

Verkætlanin, sum Knud E. Hansen ger, verður liðug í desember, og síðani verður útbjóðingartilfarið gjørt.   

Løgtingið samtykti síðst í februar í fjør, at ferja skal byggjast til siglingina um Nólsoyarfjørð. 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fekk heimild frá løgtinginum at brúka í mesta lagi 50 milliónir krónur til ferjuna, sum tá, í februar í fjør, eftir ætlan skuldi setast í sigling í 2015. 

Tilfarið, sum skipasmiðjurnar kunnu bjóða eftir, skuldi vera liðugt í september í fjør.  

Nýggja nólsoyarferjan skal taka 170 ferðafólk um summarið og 90 um veturin. Pláss verður fyri 10-12 persónbilum og tveimum lastbilum.

Ternan røkir Nólsoyarleiðina til nýggja skipið kemur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379