Stórur áhugi at keypa streym úr Íslandi

Stórur áhugi at keypa streym úr Íslandi
Hugskotið um elkaðal millum Ísland og onnur lond er okkurt um 35 ára gamalt. Og síðani 1995 hevur tøkniliga borið til at fremja eina slíka ætlan.
 
26.11.2014 - 08:09

Tað verður í fyrsta lagi í 2022, at Føroyar ella onnur lond kunnu keypa streym úr Íslandi.

Íslendski elveitarin, Landsvirkjun, hevði aðalfund í gjár. 

Har varð upplýst, at møguleikin at leggja kaðal úr Íslandi til onnur lond, sum vilja keypa streym úr Íslandi, verður kannaður. Kannað verður fyrst, um keyparar eru í øðrum londum. Kanningarnar taka tvey til trý ár, og skal kaðal leggjast, tekur tað arbeiðið fimm ár. Tí verður tað ikki fyrr enn í fyrsta lagi í 2022, at Ísland kann útflyta ravmagn.

Tað veldst eisini um loyvi fæst frá íslendskum myndugleikum. Men áhugin uttanlands er stórur, verður sagt.

Hava kannað møguleikar í Føroyum

Í Føroyum hevur av og á nógvu seinastu árini verið tosað um at keypa streym úr Íslandi. Onkrar kanningar eru gjørdar í tí sambandi. Og síðst í oktober 2012 gjørdi Johan Dahl, landsstýrismaður í orkumálum, avtalu við íslendskan starvsbróður sín um at kanna møguleikan fyri at leggja elkaðal millum Ísland og Føroyar.    

Við allari sínari vatnorku ger Ísland bíligan streym. Og sum veðurlagsbroytingarnar eru nú, fara jøklarnir at tiðna næstu 100 til 200 árini, og við øllum tí vatninum ber til at fáa nógv meira vatnorku.     

Hugskotið um elkaðal millum Ísland og onnur lond er okkurt um 35 ára gamalt. Og síðani 1995 hevur tøkniliga borið til at fremja eina slíka ætlan. 

Tað fer eisini at bera til at brúka kaðalin til at flyta streym úr øðrum londum umvegis Føroyar til Íslands.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938