Evstu ábyrgd av Sjúkraflutningstænastuni

Evstu ábyrgd av Sjúkraflutningstænastuni
Hans Jákup Simonsen er tilnevndur liðlækni í trý ár
 
02.12.2014 - 10:04

Landssjúkrahúsið hevur tilnevnt Hans Jákup Simonsen liðlækna í Sjúkraflutningstænastuni í sjúkrahúsverkinum.

Liðlæknin hevur evstu fakligu ábyrgd av Sjúkraflutningstænastuni. Hann hevur sostatt myndugleika á øllum trimum sjúkrahúsum, og skal tryggja eina eins góða sjúkraflutningtænastu um alt landið. 

Sjúkraflutningstænastan fevnir um sjúkrabilar og tyrluflúgving, og skal tæna teimum, sum hava tørv á bráðfeingis hjálp orsakað av óhappi ella sjúku, føðing ella annað. 

Hans Jákup Simonsen skal hava umsjón við tænastuni og hevur ábyrgdina av, at starvsfólkini fáa góðkenda útbúgving, og at hon verður dagførd á hvørjum ári. 

Liðlæknin skal eisini góðkenna, at viðgerðartólini í sjúkrabilunum lúka altjóða krøv, og at tey eru eins, soleiðis at øll sjúkraflutningsstarvsfólk kenna tólini uttan mun til hvør sjúkrabilur er á staðnum.

Hans Jákup Simonsen hevur sonevnda præhospitala útbúgving, og hann verður liðlækni í trý ár.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542